Tað eru nógvir pengar at spara við at bjálva húsini betur

11 jan

Tað eru nógvir pengar at spara við at bjálva húsini betur. Verða húsini bjálvaði betur, so sæst beinanvegin ein munur á oljurokningini.

 

 

Eitt veruligt dømi

Her er eitt veruligt ítøkiligt dømi, um eini hús, sum eru endur-bjálvaði / bjálvaði betur enn tey upprunaliga vóru.

Áðrenn húsini vórðu bjálvaði betur, brúkti húsarhaldið hvørt ár omanfyri 3.500 litrar av olju, okkurt árið heilt upp um 4.000 litrar av olju.

Nú húsini eru endurbjálvaði (bjálvaði betur), er oljunýtslan nærum hálverað. Seinastu 3-4 árini hevur oljunýtslan ligið um 1.500 – 1.800 litrar um árið.

Talan er sostatt um eina stóra sparing á 1.700-2.000 litrar av olju um árið.

So tað loysir seg at endurbjálva / bjálva húsini betur.

 

Ring tlf. 211997 og vit geva tykkum eitt gott tilboð!

 

No comments yet

Leave a Reply